tirsdag den 22. december 2009

Heini O. Heinesen UM GRANSKING



Heini O. Heinesen gav løgtinginum av grovfíluni undir 3. viðgerð av fíggjarlógini.

"Vit sita sum rukkur og játta pening til granskin sum er púra óneyðug í hesum hugurstíðum...." segði Heini O. Heinsen m.a.

tirsdag den 29. september 2009

Søgulig hending - JFK, Føroyagrunnin og Føroya Banka undirskrivaða avtalu um yvirtøku av Kósavirkinum

Fyri lítlari løtu síðani fór stórhending fram á skrivstovuni hjá stjóranum í JFK, Hanus Hansen.
Her undirskrivað stjórin í Føroya Banka, Súni Scwartz Jacobsen og Hanus Hansen sáttmála, sum merkir at JFK og Føroya Grunnurin saman við øðrum yvirtaka Kósavirkið.

Gleðin var stór tá skjøtil var settur á eitt nýtt tíðarskeið í søguni hjá Kósavirkinum fyri løtu síðan.

mandag den 5. januar 2009

90 hval løgdu beinini í Hvannasundi seinrapartin

Eini 90 grindahvalir løgdu beinini í Hvannasundi. Millum grindamennirnar var m.a. djóralæknin Jústnis, sum av einum grindamanni var spurgdur um hann var í parti við Pál Weihe?

- Tað er gott at fáa grind - segði fryntligi djóralæknin.

fredag den 12. december 2008

Barsskor upphøgdur í loyndum

Barsskor varð sambært Skipalistanum bygdur á Akranesi í Íslandi í 1929 úr eik.
Nógvur vindur var tá upptøkurnar vóru gjørdar, so ljóðgóðskan er ikki tann besta.

fredag den 21. november 2008

Minnist tá Klaksvíkin varð bumba undir krígnum

Jógvan greiðir frá tá týskurin leyp á Klaksvík og hvussu eitt norskt skip yvirlivdi eitt flúgvaraálop meðan tað lá fyri akker í Ánunum.

Fyrsti túrurin var við Gudrun í 1924

Hann slapp at sova undir skiparakoyggjuni og hann minnist hvussu ringur hann var av sjóverki.

Slupptíðin var ikki ein góð tíð

sigur Jógvan hjá Berlinu sum einaferð bleiv niðursilgdur av einum fransa - sum síðani rýmdi.

Var um at ganga burtur við Stellu Mariu, somu nátt sum Ernestina fór á land

Somu nátt sum Ernestina fór á land (1930) var Sofus hjá Berlinu umborð á Stellu Mariu og krokaði undir Vestmannaoyggjunum.

Hann greiðir frá at teir vóru eisini um at ganga burtur.


Tað kemur lítið í Kommunukassan um Kósin ikki opnar aftur

Tað verður ikki gott um trolararnir hjá Maru Seafood ikki koma aftur á Klaksvík
sigur elsti Klaksvíkingurin, Jógvan hjá Berlinu, sum sunnudagin helt sín 101 ára føðingardag.

Elsti borgari í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Sofus Hansen, fylgir væl við og tá vit vóru og vitjaðu í heiminum á Stongunum, har hann húsast - uttan heimahjálp - var tosað um nútíð og fortíð.
- Tað verður ikki gott um trolararnir ikki koma aftur. Kajin, sum Kommunan hevur gjørt norðuri í Ánunum er ein veldigur kleppur um eingi skip koma at brúka hana.

- Nú frættist at Norrøna heldur ikki fer at brúka havnina og tað er ikki gott.

- Um Kósavirkið ikki letur uppaftur verður tómligt í kommunukassanum, heldur Jógvan, sum júst hevði tosað við abbasonin Esmar Müller, sum fór við Kristian í Grótinum til Chile.

Fólk í dag kenna líti til kreppur
- Tað ber ikki til at samanlíkna, men eg minnist til tíðina tá man fekk eina krónu í løn um dagin.
- Tú kanst ætlað at tá var svangligt.
- Eg kandi man sum høvnn dag kom líka av Skálatoftum til arbeiðis. Tað er umleið átta fjóðringar at ganga og hann fór heim hvørt kvøld eftir arbeiðstíð.

Arbeiddi fyri 45 oyru um tíman

Jógvan hjá Berlinu greiður frá at fyrsta lønta arbeiði hann hevði var tá hann sum 13 ára gamal slapp uppí at lossað salt frá eini skonnart í lá á Klaksvík.
- Eg var farin umborð við drekka til pápa og var so heppin at sleppa uppí.
- Vit fyltu salt úr lastini uppí sekkir og settu teir uppá dekki.
- Eg skuldi halda sekkjunum meðan teir fyrst koyrdu salti í eitt mát (100 pund) og síðani niður í sekkirnar. Síðani vóru sekkirnir handaðir uppá dekkið og dagin eftir vóru teir lossaðir uppá kajuna við handamakt.
- Eg minnist at eg fekk 45 oyru um tíman og vaksnu mennirnir fingu ein krónu um tíman.
- Hetta arbeiði var betur lønt enn annað arbeiði - tí tað varð roknað sum tungt arbeiði.

Fyrsti skúladagurin var í 1914

Í 1914 sama ár sum fyrri heimsbardagi byrjaði, fór Jógvan Sofus fyri fyrstu ferð í Skúla.
- Eg minnist dagin sera væl. Tað regnaði heilt illa - og takið á skúlanum lak heilt illa.
- Tað bar ikki til at verða í skúlanum og tí vóru vit send heimaftur, greiður Jógvan frá.

Trong kor
Jógvan hjá Berlinu, greiðir frá at sera svangligt var í Føroyum undir fyrsta heimsbardaga.
- Tað sum eg serliga minnist til var hvussu svangligt tað var í Klaksvík.
- Vit høvdu breyðkort sum vóru latin hvørjum einstøkum persóni.
- Hjá okkum vóru tíggju børn og mæturin strekti knappliga til.
- Ein dagin tá vit fóru í skúla var einki breyð. Eg minnist at vit noyddust tó at fara í skúla og vit vónaðu at fáa breyð tá vit komu heim aftur.
- Ein sum vit nevndu Skáltur (var av Skálatoftum) var tíðindafróður og greiddi ovurfegin frá at hann hevði gjørt kubbi - tí hann hevði fingið tvey breyðkort. - Ja tað var ikki eitið á kubbi, sigur Jógvan Sofus skemtandi.
- Eg minnist eisini tá ein týskur kavbátur kom á Borðoyavík.
- Vit fóru niðan í Gerðar at hyggja eftir honum. Eg minnist at danskt verjuskip lá uttanfyri, tí hann hevði fingið loyvi at liggja á víkini í eitt samdøgur meðan teir gjørdu umvælingar.
- Ja tað var fátæksligt í Klaksvík undir fyrra heimsbardaga.
- Eg minnist at mamma kókaði rogn og blandaði tað uppí rugmjølið fyri at fáa tað at strekkja longri.

tirsdag den 18. november 2008

Christian í Grótinum av Klaksvík fyri seinastu ferð

Christian í Grótinum eitur nú Don Alfonso

Christian í Grótinum av Klaksvík fyri seinastu ferð

Eitt skip er ikki bara eitt skip

segði Kristian Martin Rasmussen, reiðari, tá Christian í Grótinum fór av Klaksvík fyri seinastu ferð




Á lítlari samkomu í messuni umborð á Christian í Grótinum, vóru umboð fyri føroysku og Chilensku eigararnar saman við teimum sum seinstu 11 árini hava starvast umborð á Christian í Grótinum og nýggju chilensku manningini.

Í røðu síni segði Kristian Martin Rasmussen at eitt skip er ikki einans eitt skip:

- Eitt skip er ikki einans eitt skip, men ein partur av sálini og samleikanum hjá fólkinum sum varða av.

- Tá hetta skipið kom fyri 11 árum síðan var tað ein stór løta fyri fólki sum her býr. Sum eg havi sagt fyrr so hevur skipið verið til stóra signing fyri okkum sum hava starvast her umboð og fyri allan býin - ja eg trýgvi at skipið eisini hevur verið til signing fyri alla tjóðina.

- Vit eru stoltir av skipinum og sjálvur havi eg trupuleika at finna røttu orðini.

- Eg ynski at geva Gudi æruna og sum eg fyrr havi greitt tykkum frá - so hongur eitt skrivstað á vegginum her í messuni á donskum - sum í stuttum sigur at tað er Harrin sum gerð ríkna - einki er av okkum sjálvum!

- Onkuntíð kann hetta kennast løgi tá vit koma av dekkinum, sessat við borði í messuni meðan lastin er full av fiski - har vit hava strítt og strevast fyri at fylla skipið - men við at hyggja upp á skrivstaði síggja vit at utta Guds hjálp eru vit einki mentir.

- Við hesum orðum ynski eg at handa skipið yvir til tykkum og eg vóni at hetta skip verður til stóra sigingin fyri tjóð tykkara eins og tað manning sum her kemur at starvast.


Síðani deildi Kristian Martin bók við myndum úr Føroyum til chilensku manningina.

Nýggi eigarin takkar fyri orðini og segði at móttøkan í Føroyum kom púra óvantað:

- Eg vil takka fyri móttøkuna í Føroyum sum kom púra óvantað.

- Vit høvdu als ikki vantað at komið í samband við eitt so sjarmerandi fólkaslag og upplivað eitt so vakurt land.

- Ei heldur høvdu vit roknað við at fingið tað æru at heilsa uppá borgarstjóran í hesum vakra býi.

- Tað er eisini hugaligt at upplivað at hetta skipið sum bleiv bygt í landið okkara - eftir drúgva tíð í útlegd nú kemur heim aftur til okkara.

fredag den 31. oktober 2008

Bygdirnar á Kunoynni fáa nú sóttreinsað vatn

Kunoyar Kommuna hevur gjørt íløgu fyri tilsamans eina millión krónur í tvey nýggj reinsiverk til bygdirnar Haraldssund og Kunoy. Sí samrøðu við borgarstjóran, Heina O. Heinesen, sum m.a. greiður frá at samlaða íløgan í nýggjar vatbrunnar og annað kostar einar tríggjar milliónir.

tirsdag den 28. oktober 2008



søndag den 5. oktober 2008

Glaðir KÍ leikarar eftir 4-2 sigur á ÍF

Frøði var á leikarum og venjara eftir dystin móti ÍF í Klaksvík

tirsdag den 12. august 2008

Landsstýrismaðurin eigur heldur at brúka lógina enn at skerja fiskidagarnar



Tað sigur ein avgjørdur Heini O. Heinesen, sum eftir fundin á Sjómannsheiminum í dag - og eftir at hava kannað tey skjøl, sum vóru lagd fram í Vinnunevndini og hann mælir frá at skerja fiskidagarnar.

Heini O. Heinesen heldur ikki tað verða rætt at skerja fiskidagarnar

Eftir fundin við línu- og útróðrarmenn í Norðoyggjum hevði Heini O. Heinesen, løgtingslimur og limur í vinnunevnd løgtingsins - eina greiða útmelding har hann ikki heldur tað verða rætt at skerja fiskidagarnar.

Nógv regn er komið niður í morgun

Undir Klakki var ein á lopin og vatnið rann oman millum húsini.

Menn royna at beina vatnið burtur frá húsum