Jógvan hjá Berlinu greiður frá at fyrsta lønta arbeiði hann hevði var tá hann sum 13 ára gamal slapp uppí at lossað salt frá eini skonnart í lá á Klaksvík.
- Eg var farin umborð við drekka til pápa og var so heppin at sleppa uppí.
- Vit fyltu salt úr lastini uppí sekkir og settu teir uppá dekki.
- Eg skuldi halda sekkjunum meðan teir fyrst koyrdu salti í eitt mát (100 pund) og síðani niður í sekkirnar. Síðani vóru sekkirnir handaðir uppá dekkið og dagin eftir vóru teir lossaðir uppá kajuna við handamakt.
- Eg minnist at eg fekk 45 oyru um tíman og vaksnu mennirnir fingu ein krónu um tíman.
- Hetta arbeiði var betur lønt enn annað arbeiði - tí tað varð roknað sum tungt arbeiði.