Í 1914 sama ár sum fyrri heimsbardagi byrjaði, fór Jógvan Sofus fyri fyrstu ferð í Skúla.
- Eg minnist dagin sera væl. Tað regnaði heilt illa - og takið á skúlanum lak heilt illa.
- Tað bar ikki til at verða í skúlanum og tí vóru vit send heimaftur, greiður Jógvan frá.
Trong kor
Jógvan hjá Berlinu, greiðir frá at sera svangligt var í Føroyum undir fyrsta heimsbardaga.
- Tað sum eg serliga minnist til var hvussu svangligt tað var í Klaksvík.
- Vit høvdu breyðkort sum vóru latin hvørjum einstøkum persóni.
- Hjá okkum vóru tíggju børn og mæturin strekti knappliga til.
- Ein dagin tá vit fóru í skúla var einki breyð. Eg minnist at vit noyddust tó at fara í skúla og vit vónaðu at fáa breyð tá vit komu heim aftur.
- Ein sum vit nevndu Skáltur (var av Skálatoftum) var tíðindafróður og greiddi ovurfegin frá at hann hevði gjørt kubbi - tí hann hevði fingið tvey breyðkort. - Ja tað var ikki eitið á kubbi, sigur Jógvan Sofus skemtandi.
- Eg minnist eisini tá ein týskur kavbátur kom á Borðoyavík.
- Vit fóru niðan í Gerðar at hyggja eftir honum. Eg minnist at danskt verjuskip lá uttanfyri, tí hann hevði fingið loyvi at liggja á víkini í eitt samdøgur meðan teir gjørdu umvælingar.
- Ja tað var fátæksligt í Klaksvík undir fyrra heimsbardaga.
- Eg minnist at mamma kókaði rogn og blandaði tað uppí rugmjølið fyri at fáa tað at strekkja longri.