Tað verður ikki gott um trolararnir hjá Maru Seafood ikki koma aftur á Klaksvík
sigur elsti Klaksvíkingurin, Jógvan hjá Berlinu, sum sunnudagin helt sín 101 ára føðingardag.
Elsti borgari í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Sofus Hansen, fylgir væl við og tá vit vóru og vitjaðu í heiminum á Stongunum, har hann húsast - uttan heimahjálp - var tosað um nútíð og fortíð.
- Tað verður ikki gott um trolararnir ikki koma aftur. Kajin, sum Kommunan hevur gjørt norðuri í Ánunum er ein veldigur kleppur um eingi skip koma at brúka hana.
- Nú frættist at Norrøna heldur ikki fer at brúka havnina og tað er ikki gott.
- Um Kósavirkið ikki letur uppaftur verður tómligt í kommunukassanum, heldur Jógvan, sum júst hevði tosað við abbasonin Esmar Müller, sum fór við Kristian í Grótinum til Chile.
Fólk í dag kenna líti til kreppur
- Tað ber ikki til at samanlíkna, men eg minnist til tíðina tá man fekk eina krónu í løn um dagin.
- Tú kanst ætlað at tá var svangligt.
- Eg kandi man sum høvnn dag kom líka av Skálatoftum til arbeiðis. Tað er umleið átta fjóðringar at ganga og hann fór heim hvørt kvøld eftir arbeiðstíð.