mandag den 5. januar 2009

90 hval løgdu beinini í Hvannasundi seinrapartin

Eini 90 grindahvalir løgdu beinini í Hvannasundi. Millum grindamennirnar var m.a. djóralæknin Jústnis, sum av einum grindamanni var spurgdur um hann var í parti við Pál Weihe?

- Tað er gott at fáa grind - segði fryntligi djóralæknin.

fredag den 12. december 2008

Barsskor upphøgdur í loyndum

Barsskor varð sambært Skipalistanum bygdur á Akranesi í Íslandi í 1929 úr eik.
Nógvur vindur var tá upptøkurnar vóru gjørdar, so ljóðgóðskan er ikki tann besta.

fredag den 21. november 2008

Minnist tá Klaksvíkin varð bumba undir krígnum

Jógvan greiðir frá tá týskurin leyp á Klaksvík og hvussu eitt norskt skip yvirlivdi eitt flúgvaraálop meðan tað lá fyri akker í Ánunum.

Fyrsti túrurin var við Gudrun í 1924

Hann slapp at sova undir skiparakoyggjuni og hann minnist hvussu ringur hann var av sjóverki.

Slupptíðin var ikki ein góð tíð

sigur Jógvan hjá Berlinu sum einaferð bleiv niðursilgdur av einum fransa - sum síðani rýmdi.

Var um at ganga burtur við Stellu Mariu, somu nátt sum Ernestina fór á land

Somu nátt sum Ernestina fór á land (1930) var Sofus hjá Berlinu umborð á Stellu Mariu og krokaði undir Vestmannaoyggjunum.

Hann greiðir frá at teir vóru eisini um at ganga burtur.


Tað kemur lítið í Kommunukassan um Kósin ikki opnar aftur

Tað verður ikki gott um trolararnir hjá Maru Seafood ikki koma aftur á Klaksvík
sigur elsti Klaksvíkingurin, Jógvan hjá Berlinu, sum sunnudagin helt sín 101 ára føðingardag.

Elsti borgari í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Sofus Hansen, fylgir væl við og tá vit vóru og vitjaðu í heiminum á Stongunum, har hann húsast - uttan heimahjálp - var tosað um nútíð og fortíð.
- Tað verður ikki gott um trolararnir ikki koma aftur. Kajin, sum Kommunan hevur gjørt norðuri í Ánunum er ein veldigur kleppur um eingi skip koma at brúka hana.

- Nú frættist at Norrøna heldur ikki fer at brúka havnina og tað er ikki gott.

- Um Kósavirkið ikki letur uppaftur verður tómligt í kommunukassanum, heldur Jógvan, sum júst hevði tosað við abbasonin Esmar Müller, sum fór við Kristian í Grótinum til Chile.

Fólk í dag kenna líti til kreppur
- Tað ber ikki til at samanlíkna, men eg minnist til tíðina tá man fekk eina krónu í løn um dagin.
- Tú kanst ætlað at tá var svangligt.
- Eg kandi man sum høvnn dag kom líka av Skálatoftum til arbeiðis. Tað er umleið átta fjóðringar at ganga og hann fór heim hvørt kvøld eftir arbeiðstíð.

Arbeiddi fyri 45 oyru um tíman

Jógvan hjá Berlinu greiður frá at fyrsta lønta arbeiði hann hevði var tá hann sum 13 ára gamal slapp uppí at lossað salt frá eini skonnart í lá á Klaksvík.
- Eg var farin umborð við drekka til pápa og var so heppin at sleppa uppí.
- Vit fyltu salt úr lastini uppí sekkir og settu teir uppá dekki.
- Eg skuldi halda sekkjunum meðan teir fyrst koyrdu salti í eitt mát (100 pund) og síðani niður í sekkirnar. Síðani vóru sekkirnir handaðir uppá dekkið og dagin eftir vóru teir lossaðir uppá kajuna við handamakt.
- Eg minnist at eg fekk 45 oyru um tíman og vaksnu mennirnir fingu ein krónu um tíman.
- Hetta arbeiði var betur lønt enn annað arbeiði - tí tað varð roknað sum tungt arbeiði.