Sjónvarpið noktar Norðlýsinum at brúka video-myndirnar!
Fyrr í dag gjørdi Norðlýsið eina avtalu við freelance, myndamann, sum tekur sjónvarpsmyndir fyri KÍ og Sjónvarp Føroya.
Men eftir at redaktiónin hjá 3-2 hótti myndamannin við ikki at keypa myndir frá honum longur, hevur hann heitt á okkum um at taka myndirnar av netinum - til tær um eitt samdøgur - 6 tímar aftaná at papírs-avísirnar eru á gøtuni í morgin - endiliga verða sýndar í 3-2.
Munurin millum privatu og almennu miðlarnar er framhaldandi tann at vit bera tíðindini so skjótt til ber - meðan Krigvarpið bíðar til starvsfólkini á stovninum hava stundir.
Norðlýsið