tirsdag den 24. juni 2008

Hugaligar myndir av CARLTON til fiskiskap

Norðlýsið hevur fingið fatur á einum hugaligum filmi, sum mannskapið umborð á CARLTON hevur gjørt.

Filmurin er frá í ár tá báturin var á svartkjaftaveiðu.

søndag den 22. juni 2008

Autoverjan á Viðareiðisvegnum verjir ongan

Ferðsluóhapp var fyri stuttum á Viðareiðisvegnum - har ein Jeepur koyrdi upp um autoverjuna.

Videoupptøkan vísir, at um Sundamunnan er verjan so lág at hon ikki verjir meira enn ein vanligur vegkantur.

Rodrigo var feldur - men dómarin tagdi

Sjónvarpið noktar Norðlýsinum at brúka video-myndirnar!

Fyrr í dag gjørdi Norðlýsið eina avtalu við freelance, myndamann, sum tekur sjónvarpsmyndir fyri KÍ og Sjónvarp Føroya.

Men eftir at redaktiónin hjá 3-2 hótti myndamannin við ikki at keypa myndir frá honum longur, hevur hann heitt á okkum um at taka myndirnar av netinum - til tær um eitt samdøgur - 6 tímar aftaná at papírs-avísirnar eru á gøtuni í morgin - endiliga verða sýndar í 3-2.

Munurin millum privatu og almennu miðlarnar er framhaldandi tann at vit bera tíðindini so skjótt til ber - meðan Krigvarpið bíðar til starvsfólkini á stovninum hava stundir.

Norðlýsið

torsdag den 19. juni 2008

Nú ber til at koyra eftir nýggja ringvegnum

Nýggi ringvegurin av Lítlubrekku oman á Hædd og víðari oman á Borðoyavík.

Vegurin er ikki liðugur enn, men tað gongur rætta vegin.

Nú ber ikki longur til at koyra úr Vágstúni og niðan á Uppsalar eftir Uppsalagøtu.

tirsdag den 17. juni 2008

Ferðsluóhapp á Viðareiðisvegnum

Bilurin - ein Jeepur - fór upp um autoverjuna og bóltaði einar 40 metrar norður gjøgnum líðina og einar 30 metrar oman móti sjónum

Ferðsluóhapp á Viðareiðisvegnum

Kvinnan, sum var einsamøll í bilunum, gekk sjálv niðan á vegin og fekk boð frá sær.

Ferðsluóhapp á Viðareiðisvegnum

Í morgun fór ein bilur út av vegnum norðan fyri Hvannasund











Ferðsluóhapp á Viðareiðisvegnum

Í morgun fór hesin bilurin út av Viðareiðisvegnum - Eingin mannskaði



fredag den 13. juni 2008













mandag den 9. juni 2008

Sunnukvøldið var sløkkiliðið umborð á Klakki

Nógur roykur var í maskinrúminum - men eingin eldur.


Ferðsluóhapp í Leirvíkstunnlinum

Ferðsluóhapp í Leirvíkstunnlinum leygdagin 7.juni. Bilførarin sovnaði og rendi inn í tunnilsveggin


Ferðsluóhapp í Leirvíkstunnlinum

Ferðsluóhapp í Leirvíkstunnlinum leygdagin 7.juni. Bilførarin sovnaði og rendi inn í tunnilsveggin