torsdag den 10. juli 2008

Russiskur dómari fullur

Sergei Shmolik hevur vantandi dømt sín seinasta dyst í hvítarussisku landskappingini.
Leygardagin gramdi hann seg um pínu í rygginum og mátti hjálpast av vøllinum. Hetta var í endanum av dystinum millum Lokomotiv Vitebsk og Naftan Novopolotsk.

Í veruleikanum var hann skít fullur - og var hetta staðfest tá hann var sendir til kanningar á sjúkrahúsinum.

Leikarar høvdu mistanka um hetta og tey sum hjálptu dómaranum av vøllinum vóru heldur ikki í iva - sí videomyndir frá dystinum leygarkvøldið.

Hvítarussiska kappingarnevndin hevur fingið málið til viðgerðar tí Shmolik hevur annars altjóða royndir sum dómari.

Bara í ár hevur hann dømt vinardystin millum Georgia og Letland og harafturat Intertoto dystinum millum ND Gorcia og Hibernians, sum var fyri einari viku síðan.